Teir
báðir Mikkjal og Tróndur taka Kelligargarð sundur, táið synir teirra koma til og
Líggjas hjá Mikkjali festir um 1667 tær 7½ merkurnar í Uppistovu.
Mikkjal er ofta nevndur í tingbókunum, og í Fugloy er tað
hann, sum umboðar arvingarnar eftir pápan og beiggjan Harald, sum doyr í góðum
árum. Harlaldur hevði, táið hann giftist við prestadóttir úr Miðvági og óivað
búsettist í Vágum, fingið eina hálvmørk í Hattarvík, eitt 2-marka festi í
Oyndarfirði og jørina, sum pápi hansara Jógvan løgmaður átti í Vágum og
Mykinesi. Tingbókin sigur, at Haraldur átti ongar lívsarvingar og so statt
skuldi ognarrætturin til jørðina fallið aftur til slektina, sum hon eisini
gjørdi.
Mikkjal átti tveir synir: Líggjas, sum mundi vera tann
eldri, festi eftir pápan, meðan Dánial fór niður at læra til prest, og var
sóknarprestur á Viðareiði 1661-1682. Eina dóttir kenna vit, hon æt Malena og
giftist við Jákup Bærentsen á Miðgerði í Kollafirði.
---
Líggjas Mikkelsen fekk Uppistovufestið um 1667.
Hann
hevði ein hegnigan húskall, sum æt Jógvan, og hevði hann gjørt Líggjasi lás upp
á hurðarnar, men Jógvan hevði gjørt tveir lyklar av hvørjum slagi og krógva
aðrar burtur. Hetta kom upp, Jógvan bleiv stevndur og mátti bøta.
Líggjas doyr í 1709, hann er tá 77 ár. Skiftið eftir hann
er tað elsta í løgmansættini, so tað kann siga okkum nakað um Uppistovuhúsið
fyrst í 18. øld.
Líggjas Mikkelsen var giftur við Malene Olesdatter, sum
livir, táið skift verður 1. apríl 1709 og lívverja hennara var Dávid Heinesen,
sum býr í Fugloy.
Líggjas og Malena áttu bert tveir synir, Ólav og Mikkjal.
Ólavur, sum var eldri fekk festið; Mikkjal hoyra vit lítið um, vita bert, at
hann var giftur og búði í Hattarvík. Hann hevur ivaleyst sitið við ognini, so
sum tann yngri beiggin í bóndahúsunum plagdi at gera. Mikkjal hevur óivað átt
gentuna Malenu Mikkelsdatter, sum var fyrsta kona Gullak í Uppistovu og sum
festibókin sigur fekk festið tí forfetrar hennara høvdu havt festið fyrr í
tíðini. Um Mikkjal hevur átt onnur børn vita vit onki vist um at siga, men í
1735 nevnir Tingbókin ein drong í Hattarvík, sum eitur Mikkjal Mikkelsen, og sum
eftir aldrinum at døma kann vera sonur hansara.
Ólavur
giftist um 1688 við Elsebeth Magnusdatter úr stórustovu í Haraldsundi, men doyr
í góðum árum longu í 1702, sama árið sum ein annar ungur maður í bygdini, hanus
í Innustovu, doyr. Kanska liggur ein bátsvanlukka aftanfyri, men søgnin hevur
einki at siga um tað. – Norði í Bergi er staðarnavnið Hvann Ólavs Felli, og væl
kann tað vera, at slík nøvn hava sín upprunað í eini syrgiligari hending. Eisini
staðarnavnið Deyðapílsenni varð talt uppí hetta slagið av orðum og hildið at
vera Deyða Póls Enni.
Festibøkurnar nevna ikki Óla av teirri grund, at ongar eru
til frá hesi tíðini, men tað má haldast ivaleyst, at hann hevur havt festið í
Uppistovu í nøkur ár, helst frá 1690 ella eitt av teim fyrstu árunum í
1690-unum, til hann doyr í 1702. Árið eftir giftist einkjan uppaftur við Jóanes
Jensen og festir hann Uppistovugarðin um somu tíð. Líggjas, pápi Óla, livdi tá,
og hevði ikki skift millum synir sínar Óla og Mikkjal, tí einans jørðin hjá
konuni er nevnd. Óli og Elsebeth áttu í 1703 trý børn.
Jóanes
Jensen festi í 1703 og sat við tí til 1726. Hann var sonur Jógvan í Birtustovu á
Eiði. Í Fugloy var hann róptur Eiðismaðurin, og søgnin tekur til, hvussu lítið
hann hevði í viðføri, táið hann kom út á oynna at fríggja til einkjuna í
Uppistovu: eina tík og eitt snúiskinn, tað var alt! Søgnin sigur eisini, at hann
skuldi vera óføra sterkur, men kortini orkaði Jógvan Tróndason at bera eina
hoybyrðu, sum Eiðismaðurin hevði bundi sær uppá rós, men ikki var mentur at bera
sjálvur; og tá var Jógvan Tróndason elligamal og gekk við prukku! Gullakur í
Uppistovu segði, at Eiðismaðurin plagdi at blaka toskarnar úr bátinum, sum lá
inni á gjónni, og upp á Hamaran – og tað er høgt - .
Jóanes
og Elsebeth Magnusdatter áttu 5 børn: Elstur var sonurin Ólavur f. 1704, og so
døturnar Anna, Elsupa, Malena og Gertrund. Í 1724 doyr Elsebeth og nú er ongin
ognarjørð í skiftinum uttan tann, sum Elsebeth hevði havt í heimanfylgi,
nevniliga 4 gyllin í Haraldsundi og 5 gyllin á Skarði; annars áttu tey eina
sokallaða loftsstovu, sum eftir virðinum at døma, man hava verið rættuliga
prýðilig – og 70 avlopsseyðir- . Í 1726 letur Eiðismaðurin festið frá sær til
sonin Ólav, men við teirri treyt, at hann sjálvur skuldi hava ræðið á ti, so
leingi, hann livdi, og fáa eftir landsins siði og skikki - . Av røttum skuldi
tað jú verið sonurin í fyrru giftu, Dánial Olesen, sum skuldi fingið festið, men
hann var sum sagt farin til Skálatoftir og doyði har ungur í 1718.
Sum
tað skilst av treytunum fyri yvirtøkuna av festinum, hevur Ólavur neyvan verið
fullførur maður. Ikki tí, hann er tiltikin fyri at vera raskur, og tað var ikki
so løgi: Pápi hansara hevði til fragd at læsa hann inni í kjøtkjallinum, og ikki
slapp hann út aftur, fyrr hann var steinmettur. Úti í Lágbø velti hann ein stein
upp úr, sum mangir hava roynt at lyft, men ongin hevur gjørt tað eftir hann -
.
Ólavur
stendur til at hava festið til 1752, men hann er longu deyður í 1750, og søgnin
sigur eisini at hann doyði ungur. Ólavur var giftur, men lívsarvingar tykist
hann ikki hava átt. Í 1752 giftist einkjan, Lisbeth Silvesterdatter, upp aftur
við Jógvan Thomassen, sum er umtalaður á Stræti á Kirkju, og hevur hann nú
festið frá 1752 til 1767, men heldur ikki í hesu giftini vóru nøkur børn. Heldur
ikki Jógvan var raskur, og tey seinastu árini sat pápi hansara Tummas við
festinum.
Táið
Jógvan var deyður, kemur fremmandur maður á Uppistovufestið; hann eitur Gullakur
Simonsen, ættur úr Gullakstovu í Svínoy. Hann giftið seg á festið - . Konan æt
Malena Mikkelsdatter, dóttir Mikkjal Eliasen, sum er umtaðalur stutt
frammanundan, og tað var hon, sum var næst til festið nú eftir abba sín, Líggjas
Mikkelsen. Tey giftist í 1767, sama árið sum Gullakur festir, men konan doyr í
barsilssong árið eftir, og tríggjar vikur eftir doyr barnið.
Søgnin
sigur, at Gullakur giftist uppaftur við gentur úr Søldafirði og skuldi hon
doyggja stutt eftir. Í uppistovu var ein kista, sum tey róptu Søldfara-kistan;
hana skuldi henda konan hava við sær, táið hon kom út á oynna. Rætt er tað, sum
søgnin sigur, tí í Eysturoyar kirkjubók stendur skrivað:
28.
nov. 1772 giftist einkjumaðurin Gullak Simonsen við Anne Katrine Pedersdatter,
Solmundefjord – deyð 18. dec. 1772.
Henda
Anna Katrina var dóttir Pætur bónda á Selatræ og mundi ikki okkurt ættarband
vera millum Eiðismannin og hana - ?
Í 1777
giftist Gullakur fyri triðju ferð; hendan konan æt Elsebeth Joensdatter, vanliga
rópt Eppugentan, og ættað av Stræti á Kirkju, so við henni vera bondini kortini
knýtt saman við løgmansættina -. Tað sær út sum allar konurnar hjá Gullaki hava
havt slektsrætt til festið í Uppistovu.
Gullakur lat festið frá sær í 1806, hann doyði tvey ár
eftir, 66 ára gamal; hann og “Eppugentan” áttu trý børn: Anna f. 1778, gift við
Jákup í Uttarstovu í hattarvík; Símun f. 1781 og Sunnuva f. 1789, gift við
Mikkjal Petur í Innistovu í Hattarvík.
Símun
Gullaksen tók festið í 1806 og í 1810 giftist hann við Shatrinu Henriksdatter,
dóttir Heindrik suður í Túni á Kirkju. Í 1813 hava vit so uppgerðilsi yvir
ognar- og vinnulíkindi í Uppistovu:
7 fólk
í húsi, 7½ mørk av kongi, og 12 gyllin í ogn, 2 gyllin hava tey í hodum;
mjólkineytini eru 6 og eitt ungneyt; áseyðatalið er 132, og hetta árið hevur
hann skorið 75; av korni hevur hann fingið 4 tn og 4 skp. Uppistovan átti eisini
hálvt 8-mf., hálvt 6-mf.; øll veiða varð býtt í 8 partar of fekk Uppistovan 3½
part, herafturat kemur so ull og fuglur.
Elsebeth giftist í 1836 við Símun Danielsen í Follindi á
Viðareiði og Sunneva giftist inn við Hans David Matras.
Gullakur festi í 1843, stutt frammanundan giftist hann við
Amalie Malene Joensen úr Heimistovu á Viðareiði. Tey áttu tveir dreingir: Símun
og Jógvan, men longu í 1848 doyr Gullakur, 30 ára gamal.
Símun
Johannesen, sum var húskallur í Uppistovu, var ættaður Uppi á Laði í Svínoy;
hann datt oman í neðra í Skorunum, táið teir vóru á fjall um heystið 1853 og
doyði.
Á
sumri 1850 giftist einkjan eftir Gullak Simonsen uppaftur við Símun Petur Olsen
Uppi í Húsi í Svínoy, sum hevði verið í Uppistovu, síðan hann var smádrongur.
Tey byggja sær hús nakað oman fyri Uppistovuna upp í Smiðju tey kalla.
Uppistovan fer nú í tvíningar. Símun Petur fær festið í
1851 og hann og Amalia flyta niðan í Smiðju, meðan gamli Símun verður verðandi í
teim gomlu húsunum, hvar hann giftir dóttrina Sunnuvu inn.
Hans
David Matras úr Follindi giftist inn í 1851 við Sunnuvu, men í 1856 fluttu tey
yvir á Kirkju.
Símun
í Uppistovu giftist í 1867 við Malene, sum var úr Innistovu í Hattarvík. Um
hetta mundi var ein húskallur í Uppistovu, sum æt Kristian; mamma hansara var úr
Mittúni og gift út á Strendur, tí var Kristian róptur Strandingurin; hann fall í
erva í Skorunum 18 ára gamal í 1870.
Sjey
ár eftir fall eina annar maður í Uppistovu, tað var Jógvan Gullaksen; hann datt
oman í handasta Gili í Berginum 30 ára gamal, ógiftur.
Gullak
uppi í Smiðju giftist á heysti 1880 við Evu Matras í Geil á Kirkju, men hann
doyði várið eftir 29 ára gamal. Tey áttu ein son, sum bleiv kallaður upp eftir
pápanum Gullak Matras.
Katrina Maria giftist inn í 1891 við Johannes Frederiksen
úr Svínoy og áttu tey dóttrina Amaliu í 1892: sama árið gekk Jóanes burtur við
báti; í 1908 giftist Katrina Maria uppaftur við Pól norð í Stovu á
Kirkju,
Dótturin Katrina (Gumma) var ógift og bleiv verandi eftir í
húsinum. Hon fostraði upp Ólav G. Hansen, son Mikkjal í Útistovu. Táið hann
giftist í 1935 og bygdi, avdenkaðust tey gomlu húsini uppi í Smiðju.
Lorentza, vanliga rópt Rensa, var arbeiðskona í Uppistovu
meira enn 50 ár; hon var slektað av Millagnum á Viðareiði.
Langabbi mín Gullakur, ella vanliga nenvdur ”Gua”, varð
føddur í Hattarvík í 05-06-1879. Foreldur hansara vóru Malena Sofía, f. Hansen,
ættað úr Innistovu í Hattarvík, og Simon Gullaksen, bóndi í Uppistovu. Gullakur
var borin til hálvtáttandu mørk av kongi. Har afturat átti hann væl av ogn. Hann
giftist í 1923 við Petru Petersen úti á Fløtti í Hattarvík.
Hugur
hansara var líka nógvur til sjógvin sum til landið. Hav var av dúligastu
útróðrarmonnum. Á framkomnum aldri fór hann á Suðurlandið. Tá ið han var
heimkomin aftur, komu menn at fregnast eftir, hvussu honum mundi hava dámt
skipslívið. Hann svaraði teimum aftur, at sær dámdi sera væl hetta lív, men tað
ringasta var at standa stúttur á fótum, tá ið óslætt var undir fjølini. Gullakur
var ein váldámdur og fryntligur maður og ein álitsmaður. Hann var ein av
stovnarum av Norðoya Sparikassa. Somuleiðis sat hann eitt tíðarskeið sum limur í
Norðoya kommunu. Gullakur doyði 23-04-1955.
Langabbi og langomma fingu sjey børn:
Símun Gullaksen (abbi), f. 1924, giftur við Olga Maria Petersen (omma) Svínoy/Hattarvík.
Johan Jacob Gullaksen, f. 1925, giftur við Margrethe Hansen úr Klaksvík.
Mourentius S. Gullaksen, seinni Rensustein (Ressi), f. 1926, giftur við Vitala Anthoniusen av Morskranesi.
Algot Gullaksen, f. 1927, giftur við Jónu SImonsen av Kirkju.
Leon S. Gullaksen, f. 1929, giftur við Siggu Kristinu Petersen úr Svínoy (Ommusystir).
Frida Malena Gullaksen, f. 1930, gift við Leivur Zachariassen av Kirkju.
Gilbert Gullaksen, f. 1937, hann fall í Skorunum 12. juli 1951.
Kelda: J.S. Hansen (Við loyvi frá Eyðfinnur
Hansen).