Tá ið eg yvirtók garðin, setti eg mær fyri at menna og betra umstøðurnar og sera hóskandi, varð fyrst og fremst hugsa um slátur. Ein verkætlan varð gjørd fyri eitt hagreiðingarhús, sum skal nýtast til slátur og annars hagreiðing sum heild, fyri tað sum nú einaferð verður framleitt á garðinum. Her eru vit komin so mikið áleiðis at ætlanin er at byggja seyðhús út við tí fyri eyga, at umstøðurnar fyri seyðin eisini kunnu verða munandi betri.
Ætlanin er víðka um sjálvt seyðarúmið so mikið, at møguligt er at hava allan seyðin inni vetrarhálvuna.
Umframt stráðfóður, verður kraftfóður givið við automatiskari fóðurskipan, SheepFeeder, sum er ment saman við JT Electric.
Møguleikin er eisini til staðar, har seyðurin kann ganga inn og út og samstundis steingja hagan av um veturin, soleiðis at biti verður munandi meiri um summarið.